Skrivstovufólk til Ítróttaháskúlan í Suðuroy

Ítróttaháskúlin í Suðuroy Útgivið: 29. august 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
bokhald@his.fo
Bý-/ bygd
Vágur

Lýsing

Um starvið
Søkt verður eftir fólki at starvast ½ tíð at røkja tær fyrisitingarligu uppgávurnar á Ítróttaháskúlanum.

Førleikar
Útbúgving, skeið og royndir innan fyrisiting, bókhald v.m.

Arbeiðsuppgávur
Tín uppgáva verður at røkja og dagføra fyrisitingarliga partin á Ítróttaháskúlanum.

Talan er um, at skráseta og bóka rokningar og skjøl. At seta upp rakstraætlan og fyribils rakstraryvirlit. At gjalda rokningar og lønir. Og annars at røkja allar fyrisitingarligar uppgávur á Ítróttaháskúlanum.

Væntað verður
· At tú er tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva
· Kann arbeiða sjálvstøðugt og leggja tær arbeiðið til rættis
· Hevur góðan kunnleika og royndir innan bókhald, roknskap og fyrisiting.

Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Um HÍS
Í løtuni starvast 5 fólk á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Næmingatalið er í løtuni 32.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Ítróttaháskúlin í Suðuroy sum er staðsettur í Vági. Setanin verður skjótast tilber.

Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til bokhald@his.fo ella til Ítróttarháskúlan í Suðuroy, Oyrarvegur 5, 900 Vágur.

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29.09.2017 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðmundur Joensen, leiðara, telefon 282000

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv