Skrivstovulærlingur

Svend Krosstein Útgivið: 23. november 2017
Staður
Starvsstaður
Samskifti
niklas@krosstein.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

P/F Svend Krosstein leitar eftir lærlingi, ið brennur fyri avbjóðingum innan handilsyrkið.

Vit leita eftir tær sum hevur hug at royna eina spennandi og avbjóðandi skrivstovuútbúgving.

Í lærutíðini fært tú innlit og upplæring innan bókhald, keyp og sølu, fyriskipan og øðrum skrivstovuarbeiði, har góðir møguleikar eru fyri persónligari menning í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú FHS er lærutíðin 3 ár og hevur tú HH er lærutíðin 2 ár. Lønin er sambært galdandi sáttmála við S&K.

Um teg:
Tú hevur HH ella FHS prógv. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er fríggjadagin 20. desember 2017.

Starvið verður sett skjótast tilber.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Niklas Samuelsen, tlf. 344691, teldupostur niklas@krosstein.fo.

Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til niklas@krosstein.fo ella:

P/f Svend Krosstein
Falkavegur 6
Postboks 3229
110 Tórshavn

Viðmerkt: Starvsumsókn

 

Um okkum
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara viðskiftafólk um alt landið. Sum størsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv