Skrivstovunæmingur søkist til Faroe Origin

Faroe Origin
Útgivið
3. juli 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
kaysten@origin.fo
Bý-/ bygd
Saltangaráð

Lýsing

Til umsitingina hjá Faroe Origin P/F verður søkt eftir skrivstovunæmingi.

Faroe Origin P/F eigur og rekur 6 partrolarar, umframt tvey flakavirki.

Høvuðssætið er í Saltangará og starvast 250 starvsfólk í felagnum harav 7 í umsitingini.

Vit bjóða:

Eitt fjøltáttað og mennandi lærupláss, har tú fært ábyrgd og ávirkan á tín arbeiðsdag.

Tú fært gott innlit í høvuðsvinnuna í Føroyum, bæði skiparakstur og flakavinnu.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur HH-prógv ella annað miðnámsprógv
  • ert fyrikomandi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert ágrytin, nærlagdur og íðin eftir at læra

Starvið verður sett sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Starvið verður sett 11. august 2018 ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreistin er 10. juli 2018

Umsóknin kann sendast til kaysten(at)origin.fo ella við brævi til:

Faroe Origin P/F

Fiskivinnuhavnin 1

600 Saltangará

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðara á tlf 550660 ella kaysten(at)origin.fo

http://origin.fo/Default.aspx?ID=26

Líknandi størv

Fleiri størv