Skrivstovustarv á Føroya Lærarafelag

Føroya Lærarafelag
Útgivið
3. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
lararaf@lararafelag.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Søkt verður eftir fólki at arbeiða á skrivstovu Føroya Lærarafelags.

Starvið er fjøltáttað og fatar bæði um skrivstovuarbeiði og bókhald.

Umsøkjarin skal hava royndir innan bókhald, hollan kunnleika til føroyskt mál og duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur.

Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur læraraútbúgving og hevur áhuga fyri yrkisfelagsarbeiði, men tað er tó eingin treyt.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skrivstovu felagsins – telefon nr. 616863.

Umsókn skal sendast til:
Føroya Lærarafelag
Pedda við Stein gøta 9
Postrúm 3264
110 Tórshavn

ella til: lararaf@lararafelag.fo

Skrivlig umsókn skal vera Føroya Lærarafelag í hendi í seinasta lagi 18. oktober 2018.

Føroya Lærarafelag

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv