Slaktarameistari til FK í Hoyvík

FK í Hoyvík
Útgivið
11. juli 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
fn@fk.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum slaktarameistara til slaktaradeildina í Hoyvík. Tú verður leiðari av okkara slaktaradeild, har vit eru 5 starvsfólk, og einum fjølbroyttum og livandi arbeiðsumhvørvi. Vit brenna fyri at veita kundum okkara eina góða tænastu, og tí verður títt arbeiði at tryggja eina søluklára og innbjóðandi slaktaradeild.

 

Hetta bjóða vit tær:

  • ábyrgdina av slaktaradeildini, sum hevur 5 starvsfólk
  • eina vælútgjørda deild
  • eitt leiðarastarv, har pláss er fyri tínum hugskotum
  • góðar møguleikar fyri starvsligari menning
  • løn eftir útbúgvingarstøði

 

Uppgávurnar verða hesar

  • Tín uppgáva verður at tryggja eitt høgt støði í slaktaradeildini.
  • Tín starvsfólkaleiðsla raðfestir jaliga eggjan og menning.
  • Tú fært ábyrgdina av framleiðsluni, søluni og rakstrinum.
  • Tú fært ábyrgdina av at betra um- og gagnnýta okkara stóru menningarmøguleikar

Vit vænta at tú:
– ert útbúgvin slaktari ella hevur royndir sum framleiðsluleiðari
leggur dent á góðsku og góð úrslit
dugur at taka ábyrgd og ert framsøkin

Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Finn Nielsen á tlf. 210214, fn(at)fk.fo

Umsókn verður at senda til
fn(at)fk.fo

ella

FK Hoyvík
Brekkutún 9
att.: Finn Nielsen
Box 349
FO 188 Hoyvík

Seinasta freist at søkja er mánadagin 23. juli.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv