Søkt verður eftir byggifrøðingi ella verkfrøðingi til Sp/f Kanjon

Kanjon
Útgivið
23. december 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
kjartan@kanjon.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Søkt verður eftir byggifrøðingi ella verkfrøðingi til Sp/f Kanjon.
Vegna vaksandi virksemi søkja vit eftir einum byggifrøðingi/verkfrøðingi.

Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum, har tín uppgáva verður byggiplássleiðsla, dygdartrygging, planleggjan og aðrar uppgávur í hesum sambandi.
Vit væntað at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evni at stýra byggiprosjektum.

Vit bjóða
• Spennandi arbeiðsumhvørvi
• Góðar arbeiðsumstøður
• Fjøltáttaðan arbeiðsdag.

Talan er um ábyrgdarfult og sjálvstøðugt starv í eini fyritøku við hollum royndum, við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

 

Førleikakrøv
Vit væntað at tann ið verður settur dugir at nýta
• Revit og/ella AutoCad
• Ms Projekt
• Excell
• Word
• Outlook

Eisini er tað eitt ynski, at viðkomandi dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum máli, bæði í skrift og talu.

Starvið verður lønt eftir avtalu. Upplýsingar um starvið fáast á tel 554040

  1. Umsóknir saman við viðkomandi skjølum, kunnu sendast við telduposti til kjartan@kanjon.fo

Seinasta freist at søkja starvið er fríggjadagin 25. januar.

Líknandi størv

Fleiri størv