Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi

Læknahúsið í Gundaldi
Útgivið
30. december 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
katrinrubek@gmail.com
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða í kommunulæknaviðtalu.
Talan er um starv í brøki 0,6, men hetta kann avtalast nærri.

Um okkum:
Kommunulæknaviðtalan er í læknahúsinum á Tinghúsvegnum í Gundadali. Í okkara viðtalu er ein kommunulækni, tveir sjúkrarøktarfrøðingar, har tú verður ein teirra, og ein útbúgvingarlækni. Gott samstarv er við grannalæknan.

Talan er um eitt spennandi arbeiðsstað við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum. Dentur er lagdur á gott arbeiðslag og gott arbeiðsumhvørvi, sjálvt um vit hava nógv at gera.

 

Førleikakrøv:

  • Prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Teldukunnleiki
  • Duga at málbera seg munnliga og skrivliga

Fyrimunur er, um tú hevur royndir sum viðtalusjúkrarøktarfrøðingur

Løn sambært avtalu millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Katrin Rubek Nielsen, krn@kl.fo ella tlf. 510818

Umsóknin við CV skal vera inni innan 17. januar 2019.
Starvið verður sett 1. februar ella eftir nærri avtalu.

Líknandi størv

Fleiri størv