Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum

Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
1. november 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
umsokn@ks.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum í skiftandi vaktum.

Sjúkrarøktarfrøðingar:

Fast starv frá 01.12.18      0,9

Fast starv frá 01.12.18      0,7

Sjúkrarøktarfrøðingar avloysarar:

01.12.18 til 31.10.19      0,8

01.12.18 til 31.08.19      0,7

 

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Góð samstarvsevnir
  • Royndir frá kir./med. deild er ein fyrimunur

Seingjadeildin er blandað kir.- og medisinsk deild, har tikið verður ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum. Dagkirurgi og viðrakning er á deildini. Í sjúkrarøktini verður arbeitt í toymum.

Um tú ynskir at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Synnøvu Hansen, deildarleiðari telefon 22 38 63 ella teldupost synnova@ks.fo Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møguligum viðmælum skulu sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 19. novembur 2018, kl 12.00

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv