Sølufólk til køksdeildina í Runavík

Borg
Útgivið
23. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
regin@borg.fk
Bý-/ bygd
Runavík

Lýsing

Køksdeildin er í stórari menning, og hava vit tí brúk fyri einum sølufólki við stórum ágrýtni og
hug til at gera mun. Tú fært ein øðrvísi gerandisdag, har ikki ein dagur er lí­ka,
og tú fært møguleika at seta tín egna dám á.

Vit vænta
At tú hevur gott hugflog, ert góð/góður til at innrætta
og leggja fram hugskot og uppskot.

                             At tú skilur týdningin av at gera kundan nøgdan, at
ganga dreyminum og hugskotinum á møti.

                             At tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn,
og hevur viljan til at skapa góð úrslit.

At tú hevur góðan KT førleika, arbeiðir skipað,
sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við spennandi verkætlanum og góðum mennandi møguleikum.

Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar? Og kundi tú hugsað tær at komið við á okkara toymi?

Send eina umsókn til:

Borg
att: Regin Olsen
Fjøruvegur 5
620 Runavík
ella á t-post: regin@borg.fo

Ynskir tú at vita meira um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin Olsen tel. 237274 ella
t-post: regin@borg.fo

Freistin at søkja er:
Mánadagin 16. apríl 2018

Fleiri størv