Sølufólk til Vollabúðina sp/f

Vollabúðin
Útgivið
13. september 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
vollabudin@mail.fo
City
Saltangará

Lýsing

Vit søkja eftir einum sølufólki til fulla ella hálva tíð.

Vollabúðin sóknast eftir einum sølufólki, sum brennir fyri sølu, er ágrýtin, jalig/ur og kundavinarlig/ur. Týdningarmikið er at tú setir teg inn í tingini, so at tú kanst tæna kundanum á besta hátt; og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Sum sølufólk í Vollabúðini kemur tú millum anna at umsita.

  • Kundaráðgeving
  • Sølu / innkeyp
  • Vørumóttøku
  • Vøruupseting
  • Uppfylling o.a

Vit bjóða tær eitt starv sum er sera fjølbroytt og spennadi, við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri.

 

Góða og grundiga upplæring í øllum vørubólkum sum handilin umsitur.

Vollabúðin hevur eitt breitt vøru úrvæl. Vit selja millum anna:

Búnýti, máling, gólv, loft, hvítvørur, køkar, baðirúmsmøblar, klædnaskáp við skjótihurðum og súkklur.

Royndir innan áður nevndu vørubólkar, hava fyrimun, men er tó ikki ein treyt.

Løn sambart avtalu.

Umsóknarfreistin er 1.okt 2019
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til vollabudin@mail.fo

Spurningar um starvið kunnu setast Birgir av Vollanum, stjóra, á tel. 223596
Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnað.

 

Vollabúðin sp/f
Heiðavegur 100
600 Saltangará
Tlf : 449649 ella 223596