Sølufólk til Würth Føroyar

Würth Føroyar
Útgivið
12. april 2018
Staður
Samskifti
claus.christensen@wuerth.dk
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK?

Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni.

Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar.

Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið?

 

Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú:

  • mennir samstarvið við núverandi kundar
  • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept
  • ger ætlanir um tínar kundavitjanir
  • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum

 

Hvør ert tú?
Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú:

  • ert ágrýtin og áhaldin
  • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir
  • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur.

 

Hvat bjóða vit tær?
Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri.

 

Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við:

  • nágreiniligari introduktión og upplæring
  • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk
  • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan
  • firmabil, telda/teldil og fartelefon

 

Vit síggja fram til at hoyra frá tær!

Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn.
Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark.

Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar.

Umsóknarfreist: 17. mai 2018
Starvssetan: Sum skjotast
Starvsøki:Føroyar

Meira upplýsingar við at venda sær til:
Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17.

 

SEND UMSÓKN HERhttps://wuerth.easycruit.com/vacancy/2047591/13976

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv