Starvsfólk til dagtilboð í Heimatænastuni í Vágum

Heimatænastan í Vágum
Útgivið
18. januar 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Contact
htv@htv.fo
City
Miðvágur

Lýsing

Hevur tú áhuga í at arbeiða í einum góðum umhvørvið innan eldri, so er tú
vælkomin at søkja starv í IvansHúsið. Vit leita eftir júst rætta persóninum, sum
saman við okkum ynskir at skapa góðar og virðiligar karmar til heimabúgvandi
aldrandi borgarar í Vágum.

Heimatænastan í Vágum er skipað interkommunalt. Tað eru umleið 150 fólk,
sum fáa tænastu frá Heimatænastuni. Talan er um samskipaða tænastu, sum
kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi

heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings-
og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum
tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum
eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Ivans hús hevur til endamáls at skapa neyðugar karmar fyri, at heimabúgvandi
borgarar kunnu verða saman við øðrum fólki í einum gevandi felagsskapi.

Endamálið er eisini at stuðla uppundir, at borgarar í Vágum kunnu búgva heima
sum longst. Fyri at náa hesum endamálið, stuðla vit borgarum í at varðveita
førleikar longst møguligt. Hetta verður gjørt við at stimbra borgarar likamliga,
sálarliga og sosialt.

Søkt verður eftir:

  • Hjálparfólkið til fast starv á starvsbrøk 0,8 at byrja 1. Mars 2020 ella eftir
    nærri avtalu

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga í at arbeiða við aldrandi borgarum samsvarandi endamálið
    okkara
  • Saman við okkum ynskir at øll sum koma í Ivanshús fáa ein
    meiningsfullan gerandisdag
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvið við aðrar fakbólkar,
    samstarvsfelagar og avvarðandi
  • Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og
    broytingar
  • Við jaligum hugburði gevur títt íkast til ta broytingartilgongd, sum
    Heimatænastan í løtuni er í

 

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
    Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

 

Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, leiðara,
tlf. 793201 ella við telduposti til jongerd@htv.fo

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett frá 1. mars 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála
millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn:
Umsókn skal sendast til: htv@htv.fo Viðmerkið: “Hjálparfólk til IvansHús”
Umsóknarfreistin er 3. Februar 2020

Líknandi størv