Starvsfólk til virkið á Glyvrum

Bakkafrost P/f
Útgivið
22. maj 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
hr@bakkafrost.com
Bý-/ bygd
Glyvrar

Lýsing

Kundi tú hugsað tær at starvast á okkara góðskingarvirki á Glyvrum?

Vit søkja eftir dugnaligum starvsfeløgum til okkara virki á Glyvrum. Vit søkja starvsfólk til hesi øki:

  • Kryvjing
  • Góðsking
  • Vasking

 

Starvið
Hjá okkum verður tú ein partur av einari fyritøku í heimsflokki. Tú kemur at arbeiða í vaktum og má tí eisini vera til reiðar at arbeiða skeivar tíðir. Løn er sambært galdandi sáttmála. Harumframt bjóða vit fría heiltíðar lívs- og vanlukkutrygging til okkara starvsfólk aftaná 3 mánaðir í starvinum. Vit hava framkomnar umstøður við einari frálíkari kantinu. Tú kanst luttaka í matarskipan til ein sera rímiligan prís.

Umsókn
Um tú ynskir eitt starv á okkara framkomna virki á Glyvrum, so kanst tú søkja við at:

  • skriva til hr@bakkafrost.com
  • søkja gjøgnum leinkjuna "Søk starvið" niðanfyri
  • ella tú kanst ringja til leiðarin fyri tí økinum, sum tú hevur áhuga í
  • Vaskileiðarin, Anja Kass Olsen, tlf: 235685
  • Forkvinna kryvjing, Jessie Andreassen, tlf: 235124
  • Formaður góðsking, Trygvi Sigurðsson, tlf: 235023

 

Umsóknarfreistin er 22. juni 2019.

Líknandi størv