Størv í Heimatænastuni í VEKS

VEKS
Útgivið
6. marts 2019
Staður
Faroe Islands
Samskifti
veks@veks.fo
Bý-/ bygd
Vestmanna

Lýsing

Vit sóknast eftir

  • Heilsurøktara, brøk 0,7 til Røktarheimið á Mørkini
  • Heilsurøktara, brøk 0,7 til Korndalsbýlið
  • Heilsuhjálpara, brøk 0,8 til útiøkið í Sundalagnum
  • Sjúkrarøktarfrøðingi, brøk 0,6 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

 

Byrjunardagur

Skjótast tilber.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • Viðkomandi útbúgving og góðkenning
  • Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

  • Fjølbroytt størv
  • Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mars 2019, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo

Líknandi størv