Summarferiu avloysari til klárgering av leigubilum

Berg Motors
Útgivið
7. juni 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
info@bm.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Summarferiu avloysari til klárgering av leigubilum hjá Avis & Budget bilútleigan.

Søkt verður eftir summarferiu avloysara til fulla tíð til deild okkara á flogvøllinum.

Starvið fevnir um vasking og klárgering av leigubilum.

Talan er um fastlønt fulltíðar starv við skiftandi arbeiðstíðum, ofta tengt av flogkomum- og fráferðum. Vikuskiftis arbeiði kann eisini koma fyri.

Tað er sera umráðandi, at tú ert nærløgd/lagdur og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Koyrikort til persónbil er eitt krav.

Starvið verður sett skjótast tilber, við byrjan av upplæring í endanum av Juni.

Vilt tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 313535 ella við teldupost til avis@avis.fo.

Umsókn v.m. skal sendast til avis@avis.fo og má vera okkum  í hendi í seinasta lagið 14. juni 2019