Summarferiuavloysarar til Svimjihøllina


Útgivið
24. marts 2020

Lýsing

Skriva út

Summarferiuavloysarar til Svimjihøllina

Svimjihøllin søkir eftir avloysarum fyri lívbjargarar og til móttøkuna at arbeiða frá viku 27 til og við viku 35.

Arbeiðið umfatar eisini reingerð og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

FØRLEIKAKRØV
Starv sum lívbjargari krevur, at viðkomandi megnar royndina í lívbjarging. Skipað verður fyri roynd í lívbjarging fyri tey sum ikki hava hesa.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini eru tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsøkjarar skulu vera fyltir 18 ár.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. apríl 2020.

MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, teldupost gunnars@torshavn.fo

 

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha