Tøkningur til MRCC Tórshavn

MRCC Tórshavn Útgivið: 14. september 2017

Lýsing

(endurlýsing)

Vørn søkir eftir einum tøkningi til MRCC Tórshavn.

Starvið
Tøkningurin hevur ábyrgdina av tekniska útbúnaðinum á stovninum.

Høvuðsupp­gávurnar fevna m.a. um

  • viðlíkahald og rakstur av tekniska útbúnaðinum hjá Tórshavn Radio
  • viðlíkahald og rakstur av telduútbúnaði hjá MRCC Tórshavn
  • viðlíkahald av veðurstøðunum hjá Vørn
  • at røkja og menna góðskuskipanina
  • vanligar umsitingarligar uppgávur

 

Almenn førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava tekniska útbúgving, t.d. elektroniktøkningur, radiotøkningur, verkfrøðingur ella líknandi. Góður telduførleiki og royndir innan samskiftistøkni er ein treyt fyri at røkja starvið. Kunnleiki og royndir innan sjóvinnu eru at rokna sum fyrimunir.

Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum eru ein treyt.

Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at eftirútbúgva seg, eitt nú innan samskiftisskipanina, sum verður nýtt á stovninum.

Setanarviðurskifti
Talan er um tænastumannalíknandi starv og lønt í 31. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið.

Starvsheitið er tøkningur, og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC Tórshavn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí umframt hini aðalráðini. Tænastustaðurin er Vørn, MRCC Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til

Vørn Yviri við Strond 3, Postboks 1238 110 Tórshavn ella til t-post: journal@vorn.fo

Umsóknir skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 29. september 2017 kl. 12.00. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til MRCC Tórshavn á tel. 351302 ella manager@vorn.fo.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv