Tveir heilsuhjálparar og avloysarar

Økistænastuna í Sandoyar Sýslu
Útgivið
5. marts 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
ot@ot.fo
Bý-/ bygd
Sandur

Lýsing

Økistænastan í Sandoyar Sýslu søkir eftir tveimum heilsuhjálparum og summarfrítíðaravloysarum.

Summarfrítíðaravloysarar:

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum , heilsuhjálparum, vaskifólki og køksfólki at arbeiða í tíðarskeiðinum

  1. juni til 31. august 2018.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir.

Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og á útiøkinum.

Søkt verður somuleiðis eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti, at arbeiða í tíðarskeiðinum

1.mai til 31.august 2018, ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðin liggja í dag tímum, mánadag til fríggjadag .

Søkt verður somuleiðis eftir tveimum heilsuhjálparum .

Einum at byrja 1. Apríl 2018, ella eftir avtalu.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag, kvøld,náttar- og vikuskiftisvaktir.

Vaktirnar eru á Skerinum og á útiøkinum.

Einum at byrja 1.juni 2018, ella eftir avtalu

Arbeiðstíðin er í dag og kvøld tímum mánadag til fríggjadag

Vaktirnar eru á útiøkinum.

Starvsbrøkurin fyri bæði størvini er 0,75.

Førleikakrøv fyri øll sum søkja

  • Prógv og evt. autorisatión
  • At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla teg.
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum
  • At tú hevur koyrikort.

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 19.03-2018.

 

Umsóknin skal sendast til :

Økistænastuna í Sandoyar Sýslu,

Miðgøta 8

Fo-210 Sandur

ella á teldupost ot@ot.fo

Att: Randarsól Kristiansdóttir

Fleiri størv