Tveir sjúkrarøktarfrøðingar og ein heilsurøktarari

Roðin Økistænastan
Útgivið
1. maj 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
elinborgp@rodin.fo
Bý-/ bygd
Runavík

Lýsing

Talan er um:

  • eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Setanin er til 1. september 2019. Starvsbrøkurin er 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna.
  • eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna.
  • Eitt starv sum heilsurøktari á starvsbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna

 Øll størvini eru til setan skjótast tilber.

 

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari eind í
    menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

 

VIT BJÓÐA TÆR

  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar
    hjá Roðanum

Søkir skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF / Fíggjarmálaráðið Heilsurøktarafelagið.

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elinborg Potts, deildarleiðara í Miðstovu. Telefon 290204 ella við telduposti til elinborgp@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingr til Miðstovu”. ”Heilsurøktari til Miðstovu”
Umsóknarfreistin er 14 mai 2018.

Líknandi størv

Fleiri størv