Tveir sjúkrarøktarfrøðingar til kommunulæknaviðtalur

Heilsutrygd
Útgivið
10. april 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Heilsutrygd søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til kommunulæknaviðtalur í Suðurstreymoy

Størvini

  • 1 fulltíðarstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Miðlon
  • 1 hálvtíðarstav sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Gundadali

Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Tað skal tilskilast í umsóknini, hvat starv søkt verður.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2018 kl. 12:00.

Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv