Útbúgvingarvegleiðari

STUDNI
Útgivið
5. november 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
umsokn@studni.fo 
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Hevur tú hug og hegni til at vegleiða og kunna um útbúgvingarmøguleikar innan- og uttanlands?

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum útbúgvingarvegleiðara, ið vil standa á odda fyri at veita yvirskipaða vegleiðing og kunna um útbúgvingarmøguleikar og lestrarstuðul bæði í Føroyum og uttanlands.

Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá útbúgvingarvegleiðaranum eru m.a.:

  • at vegleiða fólki, sum ætla sær undir hægri lestur uttanlands
  • at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
  • at kunna um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands
  • at veita lesandi beinleiðis vegleiðing og praktiska hjálp, serliga teimum, ið ætla sær uttanlands at lesa hægri lestur
  • at vegleiða fólki innan avriksflutning (merit) og skiftislestur
  • at kunna og vegleiða um lestrarstuðulsmøguleikar og treytir, serliga innan ÚSUN økið
  • at kunna um Nordplus og vegleiða umsøkjarum í hesum sambandi
  • at skipa fyri enskum málroyndum (IELTS)
  • at skipa fyri kunnandi átøkum
  • at ráðgeva lestrarvegleiðarum

Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar:

  • Hava viðkomandi kandidat/master útbúgving frá hægri lærustovni
  • Leggja dent á at veita góða og skjóta tænastu
  • Hava góðar fyrisitingarligar førleikar
  • Duga væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Hava góð samstarvsevni

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving ella royndir í vegleiðing.

 

Vit bjóða

  • Eitt fjølbroytt starv í støðugari menning og í einum góðum arbeiðsumhvørvi
  • Tú fært møguleika at mynda starvið sjálv/ur
  • Eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir

 

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Útbúgvingarvegleiðarin er staðsettur í Studna, ið er fyrisitingarlig eind í Undirvísingarstýrinum. Undirvísingarstýrið er í eini uppbygginargongd, og tú mást tola møguligar broytingar í starvinum.

 

Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:

Studna
Hoydalsvegur 1
Postrúm 1345
110 Tórshavn
ella t-post umsokn@studni.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. november 2018. Starvið verður at seta 1. januar 2019 ella eftir nærri avtalu.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, á tlf. 555080.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Fleiri størv