Uttanríkis- og vinnumálaráðið søkir eftir løgfrøðiligum fulltrúa til vinnudeildina

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Útgivið
3. juni 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
uvmr@uvmr.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Søkt verður eftir løgfrøðiligum fulltrúa til vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Starvið  
Arbeiðið fevnir m.a. um

  • at fyrireika lógaruppskot og kunngerðir
  • at luttaka í og leiða verkætlanir
  • at ráðgeva landsstýrismanninum
  • at samskifta við og stuðla stovnum undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Vit bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum fakligum stigi. Starvið er krevjandi, og onkuntíð er neyðugt at taka tøk, tá á stendur. Uppgávurnar eru skiftandi og hava nógv samskifti úteftir.

 

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiliga kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand.jur, cand.merc.jur ella sambæriligt prógv.

 

Vit vænta, at tú hevur:

  • góð samstarvsevni
  • góð analytisk evni og politiskt tev
  • góð evni at samskifta bæði í skrift og talu, og
  • ert tænastuhugað/ur og fleksibul, miðvís/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Umsøkjarar, sum hava royndir frá almennari ella privatari fyrisiting, kunnu hava fyrimun.

 

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.ø. skulu sendast til: uvmr@uvmr.fo. Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og vinnumálaráðnum í hendi í seinasta lagi 20. juni 2019.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett frá 1. juli ella skjótast til ber. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Pól E. Egholm, deildarstjóra, tlf. 556076.

 

Vinnudeildin skal tryggja góðar og stimbrandi karmar fyri føroyskt vinnulív og hevur ábyrgdina av  vinnuliga lógarverkinum. Millum virkisøkini hjá vinnudeildini eru alivinna, sjóvinna, útlendingamál, integrasjón, ferðavinna, gistingarhús- og matstovuvinna, loftferðsla, fjarskifti, matvøruframleiðsla og -útflutningur, djór og djórvælferð, kappingarmál, kolvetni, vinnufeløg, íverksetan og skapandi vinnur.

Vinnudeildin varðar av fleiri almennum stovnum og partafeløgum: Føroya Tele, Atlantic Airways, Vága Floghavn, Visit Faroe Islands, Posta, Fiskaaling, Rúsdrekkasølu Landsins, Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Útlendingastovuni, Skráseting Føroya, Kappingeftirlitinum, Posteftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum, Jarðfeingi, Sjóvinnustýrinum, Vinnuframa og Framtak.

 

www.uvmr.fo

Líknandi størv