Verkfrøðingur ella Byggifrøðingur

PB Consult
Útgivið
29. oktober 2018
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
ph@pbc.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vegna munandi økt virksemi verður søkt eftir verkfrøðingi ella byggifrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiðið innan fyri:

• HVS-skipanir
• Orkusparandi tiltøk.
• Inniklima simuleringar
• Fjarhitaskipanir
• Vatnveitingar
• Kloakkskipanir

 

Fyrimunur er, um umsøkjari hevur royndir frá omanfyri nevndu arbeiðsøkjum, men er tó ikki ein treyt. Vit vænta at tú hevur útbúgving sum verkfrøðingur– (bygging ella maskin) ella byggifrøðingur, hevur góð samstarvsevnir, er jaligur, er arbeiðssamur og lætt við at læra nýggj ting.

Umsøkjarin skal helst hava førleika í forritum sum Word, Excel og Autocad/Revit/MagiCad v.m.

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving, royndum og annars eftir avtalu millum partarnar.

Nógvar spennandi verkætlanir liggja fyri frammanat loysa og tískil er best at tú kanst byrja skjótastgjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

 

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Pætur Húsgarð, tlf +298 23 82 00 ella teldupost ph@pbc.fo

Umsóknarfreistin er 19.11.2018
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

R. C. Effersøesgøta 24
Postboks 1395
FO-110 Tórshavn
Tlf +298 308200
www.pbc.fo

PB-Consult er ráðgevandi verkfrøðisvirkið. Felagið veitur ráðgeving innan HVS-skipanir,orkusparandi tiltøk, frysti
og køliskipanir, vatnveitingar og vatnreinsiverk, kloakksk ipanir,fjarhitaskipanir, sprinklaraskipanir,køvigasskipanir, projekteringsleiðslu og byggileiðslu.

Felagið hevur luttikið í nógvum spennandi verkætlanum seinastu árini, sum t.d. projektering av fleiri størri skúlum,
bankabygningum, hotellum, skrivstovubygningum, ellisheimum, orkuverkum v.m. Felagið arbeiðir eisini nógv við orkusparandi tiltøkum, og við endurnýtslu av orku á virkjum v.m.

Felagið heldur til í egnum hølum á R.C. Effersøesgøtu 24. Hølini eru nýinnrættaði, við øllum hentleikum sum hoyra til eina nýmótans teknistovu. Í løtuni eru 8 fólk í starvi hjá felagnum, og nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman at loysa.

Stórur dentur verður lagdur á at starvsfólkini hava eina dagførda vitan, og starvsfólkini javnan eru á skeiði í samband við eftir- útbúgvingar. Somuleiðis verður stórur dentur lagdur á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvið, har skipa verður fyri hugna tiltøkum v.m.

Felagið er limur í Foreningen af Rådgivende Ingeniører, F.R.I.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...

Líknandi størv

Fleiri størv