Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Heilsutrygd
Útgivið
5. juni 2018
Staður
Faroe Islands
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til eitt fast starv og tvey avloysarastørv.

Størvini eru:
20 tímar          fast starv á smábarnaøkinum í Tórshavnar kommunu frá 16. juli 2018

20 tímar          avloysarastarv á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu frá 1. august 2018 til 1. juli 2019

32 tímar          avloysarastarv innan skúlaøkið í Tórshavnar kommunu og skúla- og smábarnaøkið í Vága/Sørvágs kommunu. Høvuðsstarvið er í Eysturskúlanum. Starvið verður sett frá 1. august 2018 til 30. juni 2019.

Vit kunnu bjóða:

  • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
  • Fakligt mennandi umhvørvi
  • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum heilsufrøðingur
  • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • Áhuga fyri fakligari menning

Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

Upptøkutreytirnar eru:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding
  • Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar.

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
710 Klaksvík

ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. juni 2018.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394.

Líknandi størv

Fleiri størv