Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur?

Heilsutrygd
Útgivið
12. maj 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Bý-/ bygd
Klaksvík

Lýsing

Gigni søkir eftir heilsufrøðingum til tvey avloysarastørv.

Størvini eru:

  • 30 tímar avloysarastarv á smábarna- og skúlaøkinum í Runavíkar kommunu og
    Sjóvar kommunu. Avloysarastarvið verður at setast skjótast tilber og til 31.
    desember 2018.
  • 24 tímar avloysarastarv í skúlaøkinum í Norðoyggjum. Starvið verður sett frá 1. august 2018 til 31. desember 2018.

 

Vit kunnu bjóða:

  • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
  • Fakligt mennandi umhvørvi
  • At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

 

Førleikakrøv:

  • Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving sum heilsufrøðingur
  • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o.
  • Áhuga fyri fakligari menning
  • Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing.

 

Upptøkutreytirnar eru:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding.
  • Royndirsum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og  heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar

Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd.

Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast til:

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

ella umvegis teldupost: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31. mai 2018.

Meiri fæst at vita við at ringja til Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, tel. 562394.

Líknandi størv

Fleiri størv