Vilt tú menna Føroyar sum ferðafólkaland?

Visit Faroe Islands P/F
Útgivið
22. januar 2018
Staður
Starvsstaður
Samskifti
info@visitfaroeislands.com
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Í sambandi við, at Visit Faroe Islands frá 1. jan. 2018 eisini hevur fingið ábyrgd fyri yvirskipaðu innlendismenningini av ferðavinnuni í Føroyum, skal nýggj menningardeild setast á stovn. Søkt verður tí eftir tveimum framsøknum starvsfólkum at manna deildina - einum deildarleiðara og einum samskipara.

MENNINGARLEIÐARI

Við hesum starvinum kemur tú at mynda deildina og fært yvirskipaða ábyrgd av innlendismenningini av ferðavinnuni í Føroyum. Starvið fevnir bæði um at gera yvirskipaðar ætlanir, seta ætlanirnar í verk, eins og at ráðgeva lokalum aktørum í, hvussu tey skulu fara til verka. Høvuðsuppgávan verður at finna loysnir á komandi avbjóðingum í samstarvi við nógvar ymiskar áhugapartar og setur hetta krøv til, at rætti persónurin er ein loysningssinnaður persónur við góðum samstarvsførleikum.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari
  • Hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt og operativt við verkætlanum
  • Hevur breitt innlit í føroysk samfelagsviðurskiftir
  • Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Hevur hægri útbúgving, minst á bachelorstigi
  • Hevur viðkomandi royndir

MENNINGARSAMSKIPARI

Sum samskipari kemur tú at vera við til at menna ætlanir, seta tær í verk og sum heild hava eitt tætt samstarv við nógvar áhugapartar. Tí er tað av stórum týdningi, at rætti persónurin er loysningssinnaður, kreativur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan ferðavinnu.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Brennur fyri at menna ferðavinnuna víðari
  • Sær trupulleikar sum møguleikar
  • Er framsøkin, málrættað/ur og hevur tænastulyndi
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
  • Hevur viðkomandi útbúgving, helst innan ferðavinnu

 

Av tí, at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at
samskifta og samstarva við nógv ymisk fólk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv
  • Eitt starv á høgum fakligum støði, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt hugnaligt arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • At verða partur av einum lítlum toymi, sum saman við samstarvspørtum myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum, eins og innlendismenning av Føroyum sum ferðafólkaland

Løn og setanartreytir
Fast starv, har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Umsókn
Umsóknir til bæði størvini við avritum av prógvum og viðmælum skulu sendast til info@visitfaroeislands.com ella til: Visit Faroe Islands, Gongin 9, 100 Tórshavn. Vinarliga viðmerk hvat starv, tú søkir.

Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 8. februar 2018.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta meira um størvini við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra, á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com.

Líknandi størv

Fleiri størv