Vit mangla námsfrøðingar eftir summarferiuna. Er tað tær vit leita eftir?


Útgivið
22. maj 2020
Bólkur

Lýsing

Skriva út

Vit mangla námsfrøðingar eftir summarferiuna. Er tað tær vit leita eftir?

Søkt verður eftir fýra námsfrøðingum til Barnagarðin á Mýrunum í Runavík at byrja hálvan august 2020, ella eftir nærri avtalu. Lesandi, ið væntandi verða liðug sum námsfrøðingar til summar, eru eisini vælkomnir at søkja størvini.

Talan er um eitt vøggustovustarv á 20 t/vikuna, tvey barnagarðsstørv á 30-40 t/vikuna og eitt 40 t/v starv á Miðstovu, sum er ein stova við børnum, sum í eitt tíðarskeið hava eyka tørv.

Barnagarðurin á Mýrunum liggur í eini náttúruperlu, beint við Toftavatn, og annars beint við fótbóltsvøll, Bylgjuna, Bókasavnið við Løkin og Ellisheimið. Hesi støð vitja vit nógv. Stovnurin er frá 2003 og er í løtuni normeraður til 93 børn.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur námsfrøðiliga útbúgving.
  • Í tøttum samstarvi við starvsfelagar og foreldur, kann skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið.
  • Saman við starvsfelagum viðvirkar til at skapa eitt spennandi og lívligt námsfrøðiligt umhvørvi.

Vit bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður og gott arbeiðsumhvørvi, har tú kann seta tín dám á gerandisdagin.
  • Eitt spennandi og mennandi starv við nógvum avbjóðingum.
  • Ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn, har námsfrøðiliga orðaskifti er í hásæti.
  • Eina stovu, ið bæði arbeiðir við TÍTT, eftir menningarætlan, men eisini við barnsins grundarsteinum sum ársætlan.
  • Ein gerandisdag við hugleiðingum um barnsins menning í tøttum samstarvi við vøggustovurnar, barnagarðsstovurnar og stovuna við børnum við serligum tørvi.

Persónligir eginleikar

  • Hevur hegni at veita umsorgan og góð samstarvsevni.
  • Evni at eggja, vera málsøkin og nýhugsandi.
  • Fyrikomandi, arbeiðsamur og røkin.
  • Dámar væl at nýta náttúruna, sum eitt menningaramboð.
  • Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk, tolir broytingar, ið kunnu koma fyri á stovninum.

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og er flokkað á stig 11-21. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Oslu Olsen, leiðara á tlf. 237880.

Søk starvið á www.runavik.fo leys størv. Leinkja til lýsing:

https://app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/muf5xk/fos/namsfroingar-til-barnagarin-a-myrunum

Umsóknarfreistin er sunnudagin 7. juni. 2020.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv