Vøggan søkir eftir tveimum sølufólkum

Vøggan
Útgivið
21. juni 2018
Staður
Bólkur
Starvsstaður
Samskifti
voggan@olivant.fo
Bý-/ bygd
Tórshavn

Lýsing

Vit leita eftir tveimum fyrikomandi, vinarligum og dugnaligum sølufólkum, til okkara handil í Tórshavn. Talan er um:

  • eitt fast starv á 25 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt .
  • eitt fast starv á 30 tímar um vikuna, og byrja verður 13. august 2018.

Vit í Vøgguni seta kundan í hásæti, og vit ynskja at kundin skal fáa eina góða uppliving, hvørja ferð hann vitjar okkara handil.

Vit ynskja at tú elskar at veita góða tænastu, at tú tímir og dugir væl at samskifta við okkara viðskiftafólk. At tú ert fyrikomand, blíð/ur, vinarlig/ur og smílandi. Vit ynskja at tú ert ágrýtin, álítandi og skyldurøkin, og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini at tú hevur evni at arbeiða í einum toymi.

Vit ynskja eisini, at tú hevur eina greiða fatan, at tað er kundin sum betalir tína løn, og at kundin tí altíð skal merkja, at vit eru har fyri at hjálpa honum, og at kundin altíð hevur eina góða kenslu, tá hann vitjar, ella hevur samband/samskifti við Vøgguna.

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, í einum jaligum og góðum arbeiðstoymi, við nógvum spennandi uppgávum innan barnaútgerð og trygd. Tú fært góða upplæring saman við okkara starvsfólkum.

Løn sambært sáttmála.

 

Er hetta nakað fyri teg? So eru vit klár at taka ímóti tínari umsókn longu í dag.

Freistin at søkja starvið er 20. juli 2018.

 

Umsóknin skal sendast til:

voggan@olivant.fo ella koma inn í handilin við umsóknini.

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

Fleiri størv