Vónin søkir goymslufólk

Vónin
Útgivið
7. januar 2019
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Samskifti
kj@vonin.com
Bý-/ bygd
Fuglafjørður

Lýsing

Deild okkara við Norðskála søkir eftir dugnaligum goymslufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv.

 

Arbeiðið umfatar m.a.:

  • Innkeyp og sølu
  • Goymslustýring
  • Vørumóttøka
  • Avgreiðslu av bíleggingum
  • Útkoyring

 

Vit vænta at tú:

  • ert álítandi
  • ert skipað/ur og røkin
  • hevur lætt við at samskifta
  • hevur útbúgving ella royndir sum goymslufólk
  • dugir at orða teg á skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
  • tú hevur lætt at arbeiða við teldu

Tað er ein fyrimunur um tú dugir at arbeiða við Navision

 

Starvstreytir
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn
Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Kenneth Jacobsen á telefon 219606.

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. januar og skulu sendast til kj@vonin.com

 

Um okkum
Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 350 fólk í starvi.

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini við Norðskála starvast 25 fólk.

Líknandi størv