Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið partur av spennandi føroysku tænastuvinnuni? So hava vit júst rætta læruplássið til tín. Vit søkja eftir einum tænastusinnaðum móttøkulærlingi til Hotel Hafnia at byrja 01. august.
Vit bjóða
- Lærupláss á einum Green Key hotelli
- Læru um tænastu á altjóða støði
- Ágrýtnar starvsfelagar, harímillum fleiri aðrar næmingar
- Gott samanhald
- Ein fjølbroyttan og avbjóðandi arbeiðsdag
- Møguleika at royna teg á Hotel Brandan og umborð á Norrønu
Vit vænta, at tú
- Trívist í einum lívligum umhvørvi
- Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- Hevur áhuga fyri ferðavinnu og hevur kunnleika um lokal viðurskifti
- Sær tað sum ein spennandi vinnuveg at arbeiða innan tænastu á altjóða støði
- Tímir og dugir at samskifta á fremmandum tungumálum í skrift og talu
- Hevur góðar telduførleikar
Ynskiligt er, at tú hevur prógv frá miðnámi, hetta er tó ikki ein treyt.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum. Starvsbyrjanin er 01. august 2022.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 10. juli 2022. Tú søkir við at senda ein teldupost við prógvum og viðmælum til hr@hafnia.fo. Viðmerk ”Næmingur til Hotel Hafnia”.
Meira fæst at vita um læruna við at seta teg í samband við Súnfríð Lambaa Ihlen á tel. 218156.
Um Hotel Hafnia
Hotel Hafnia er okkara livandi 3-stjørnaða superior hotell mitt í Havnini, við 79 kømurum, 4 smáttum og 4 stjørnaðum ráðstevnu hentleikum. Hotel Hafnia rekur eisini hugnaligu Kafé Kaspar og sjarmerandi matstovuna, Katrinu Christiansen. Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum.