KORNDALSGARÐUR Á EIÐI
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
15. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tú kanst byrja í starvinum 1. oktobur ella skjótast gjørligt. Talan er um at arbeiða 30 tímar um vikuna umframt 3 fyrireikingartímar. Møguleiki er at leggja fyrireikingarbeiðið til rættis á stovninum ella heima. Starvið er á stovu við 13 børnum í aldrinum 3-5 ár. Á stovuni starvast ein annar námsfrøðingur og eitt hjálparfólk og eitt starvsfólk í arbeiðsvenjing. Ynskir tú at arbeiða fulla tíð, er tað eisini ein møguleiki.

Møguleikarnir at spæla og at hava tað stuttligt á Eiði eru framúr góðir. Vit liggja tætt við ríkar náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn og vaksin. Korndalsgarður hevur tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur, frítíðarskúla og ungdómshús og eitt dugnaligt vælvirkandi og eldhugað starvsfólkatoymi. Í námsfrøðiliga toyminum eru 7 námsfrøðingar.

Vit hava góða tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón og tíð til annað arbeiði. Sostatt hava vit góðar karmar til at útinna eitt dygdargott námsfrøðiligt arbeiði. Hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan starvsfólkatrivnað, og at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.

Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú tekur støðu til at søkja, so ring ella send sms á tlf. 740410, ella send okkum ein teldupost á korndalsgarður@eidi.fo

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær, áðrenn 15. septembur kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið