Vit leita eftir einum kranabilførara til ein av okkara kranabilum. Sum kranabilførari kemur tú at hava eina týðandi uppgávu í fyritøkuni. Tú kemur at luttaka í størri og smærri byggiuppgávum, sum felagið hevur og fær í framtíðini.

Arbeiðsøki
Sum kranabilførari kemur tú at arbeiða í einum fjølbroyttum umhvørvi ymsastaðni kring landið.

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, røkin, álítandi, fleksibul, hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Tað er neyðugt, at tú hevur royndir sum kranførari og koyring við trailara. Tú hevur bæði stóra koyrikortið (C) og skeiðini Krana D (8-25TM) og Krana E (yvir 25 TM).

Vit bjóða
Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti og nútímans útgerð.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Hera Kjærbo, HR-leiðara á telefon 286171.

Umsókn
Umsókn við møguligum prógvum og lívsrensli skulu sendast til starv@articon.fo  og vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2017.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeið-um umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 220 fólk.