Vit sóknast eftir einum mekanikara til verkstað okkara á Hjalla.

Arbeiðsøki

  • Umvæling og viðlíkahald av maskinum og bilum
  • Umvæling og viðlíkahald av entreprenør amboðum

Tín vangamynd
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, og evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú er røkin, arbeiðssamur og álítandi. Tú hevur royndir sum mekanikari.

Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jóhan Magnus Johannesen, verkstaðsleiðara, á tlf. 216102 ella Hera Kjærbo, HR-leiðara, á telefon 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2017 og skulu sendast til starv@articon.fo.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 220 fólk.