MT Højgaard søkir eftir einum Arbeiðstøkuleiðara.

Uppgávur og ábyrgdarøki
Tú verður ein partur av toyminum hjá MT Højgaard Føroyar, og skalt sum Arbeiðstøkuleiðari fyrst og fremst arbeiða við at byggja nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

Tú skalt vera partur av einum tøttum samstarvi við verkætlanartoymið í MT Højgaard Føroyar.

Tú skalt koma við einum jaligum og konstruktivum íkasti til verkætlanina. Tú verður við at stýra verkætlanini á mál, saman við toyminum á verkætlanini. Meira nágreiniliga skalt tú undir útinning av erkætlan:

• Stýra einari ella fleiri arbeiðstøkur.

• Fíggjarliga ábyrgd av arbeiðstøkuni/num.

• Styðja uppundir verkætlanina i samband við tíðarætlan og annað.

• Tætt samstarv við ráðgevaratoymi.

Um teg
Tú hevur royndir innan bygging og stýring.

Um tú hevur royndir við verkætlanum, gjarna størri byggiverkætlanum, er tað ein fyrimunur, men ikki eittkrav.

Tú skalt hava góðan kunnleika til MSOffice.

Tað er eisini ein fyrimunur um tú hevur royndir í forritinum Sigma.

Tú ert greinandi, miðvís/ur og detaljuorienterað/ur, og hevur álit til egin evnir. Umframt hetta verður tú motivera/ður av at skapa yvirlit og felags fatan við atliti til at menna/gera byggigongdina so góða sum til ber fyri allar partar.

Vit bjóða
Tú verður ein partur av Norður atlantisku deildini við starvsfelagum í bæði Danmark, Grønlandi og Ísland.

Í arbeiðinum eru góðir møguleikar fyri persónligari og yrkisligari menning, ein góður starvsfelagsandi, lønog starvsfólkaágóði sum samsvara við tað sum verður vænta í arbeiðinum og vænta av tínum førleikum.

Umsókn
Vilt tú vita meir, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við hesar deildarstjórar Gunnar Grækarisson á telefon +298 216355 ella senda teldupost til gug@mth.dk, ella Linn M. Augustinussen á telefon +298 216344 ella á telduposti lmau@mth.dk .

Umsóknarfreistin er tann 19. Juli 2017.

MT Højgaard-samtakið er millum leiðandi leikarar í byggi- og anleggsvinnuni í Norður Evropa.Uppgávurnar fevna um projektering, bygging og endurnýggjan av anleggum, brúgvum, buðstøðum, vinnulívsbygningar og fundamentir til offshorevindmyllur. Samtakið ger uppgávur allastaðni í Danmark og hevur harumframt fokuserandi virksemi í øðrum londum. MT Højgaard hevur ein umsetning á uml. 7-8 mia.kr. um árið og hevur uml. 4.500 starvsfólk.
Les meira um MT Højgaard á www.mth.dk, LinkedIn, Twitter og Facebook.