Vit leita eftir borivognsførara til borivogn at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsøki
Kemur at koyra borivogn og arbeiða í ymiskum verkætlanum runt landið.

Tína vangamynd
Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, røkin, álítandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur at hava royndir sum maskinførari men ikki eitt krav.

Vit bjóða
Góð og skipaði arbeiðsviðurskift og nútímans útgerð. Vit geva eisini upplæring, um tørvur er á hesum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jákup Enni, verkætlanarleiðara, á telefon 216130 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðara, á telefon 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. juni 2016 og skulu sendast til starv@articon.fo
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 220 fólk.