Til at hava umsjón við bygningunum hjá Almannaverkinum verður søkt eftir einum umsjónarfólki.

Um starvið

Søkt verður eftir fólki at starvast fulla tíð til at seta skjótast tilber.

Førleikar

Útbúgving sum byggitøkningur, handverkari, timburmaður ella líkandi, umframt áhuga og skil fyri tøkniligum innlegginum.

Arbeiðsuppgávur

Tín uppgáva verður at hava umsjón við øllum bygningunum hjá Almannaverkinum, herundir skrivstovubygningum, sambýlum og bú- og viðgerðarstovnum kring landið.

Talan er um at fylgja við, at bygningarnir eru í góðum standi og hava eyguni við, um tørvur er á viðlíkhaldi og ábótum, td. lekar, brostnir rútar, soppur og annað. Eisini er uppgávan at hava eyguni við tøkniligum skipanum so sum el, hitaverk, brandávaringarskipanum og ventilation. Harafturat er uppgávan at heinta inn tilboð í samband við ymisk arbeiði og senda boð eftir handverkarum.

Væntað verður

  • At tú er tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og leggja tær arbeiðið til rættis
  • Hevur góðan kunnleika til byggitøkni og tøkniligar førleikar
  • Grundleggjandi kt-førleika og koyrikort

Vit kunnu bjóða

Vit kunnu bjóða eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Um Almannaverkið 

Í løtuni starvast umleið 880 fólk á Almannaverkinum og húsast verður á fleiri enn 70 adressum kring allar Føroyar.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Fyrisitingini. Tann, ið sett/ur verður, má tola broytingar í starvinum. Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsjónarfólk”.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.09.2017 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra, telefon 297050.