Ert tú byggifrøðingur ella hevur aðra hóskandi útbúgving, er eitt spennandi starv í teknisku umsiting í Eysturkommunu leyst at søkja.
Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tann, ið settur verður, hevur møguleika at seta dám á gerandisdagin og menna tekniska økið í kommununi.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í verkætlanum og frá kommunalari umsiting, kunnleika til 360 journalskipanina og til ArcGIS kortskipaninia og dugir at brúka AutoCAD.
ARBEIÐSØKI
· byggimálsviðgeri
· verkætlanir
· viðgerð og avgreiðsla av innkomnum málum á tekniska økinum
· samskifta við borgarar og myndugleikar
· skráseting
FØRLEIKAR
· byggifrøðingur ella líknandi útbúgving
· kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
· góðan telduførleika
· opin og fyrikomandi og góð samstarvsevni
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv at seta 1. oktober 2017 ella eftir nærri avtalu. Tann, ið settur verður, hevur tilvísing til tekniska leiðaran.
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.
Umsóknir
Umsóknir, saman við CV skulu sendast til:
Eysturkommuna
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. september 2017.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreas Andreasen, tekniska leiðara á telefon 730013 ella á andreas(at)eystur.fo