Deildin fyri Endurvenjing søkir eftir virkisfúsum fysioterapeutum, í sambandi við, at eitt nýtt arbeiðsøki er undir uppbygging.

Um størvini

Talan er um tvey føst størv á 30 tímar um vikuna at seta frá 1. november 2017, ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur

Deildin fyri Endurvenjing í Almannaverkinum veitir í løtuni endurvenjing eftir § 29 í forsorgarlógini. Málið er at veita endurvenjing til borgarar í arbeiðsførum aldri, har tað við miðvísari venjing ber til at røkka heilt ella partvís sama førleika sum frammanundan. Høvuðsmálið við endurvenjingini er, at borgarin fær eitt sjálvstøðugt og virkið arbeiðs- og heimalív. Arbeitt verður eftir málum og virkisætlanum, sum verða orðað í samstarvi við borgaran.

Framyvir kemur Deildin fyri Endurvenjing harafturat at veita tænastur til borgarar og starvsfólk á sambýlum hjá Trivnaðardeplinum í Tórshavn, Eysturoy og Klaksvík og kemur at fevna um fólk við fjølbreki og seinheilaskaða. Málið er at finna loysnir, sum bøta um mistu førleikarnar og veita viðlíkahaldandi venjing. Starvið kemur sostatt at fevna um bæði arbeiðsøkini.

Terapeutiska arbeiðið á deildini, tekur støði í tvørfakligum hugsunarhátti, har fysioterapeuturin arbeiðir við ymiskum háttaløgum, alt í mun til hvat endamálið við fysioterapiini er.

Uppgávurnar hjá fysioterapeutinum kunnu t.d. vera:

  • At viðgera umsóknir um endurvenjing
  • At veita kropsliga venjing:

Økja kropskensluna, rørsluna, styrkina og stabilitetin, betra um úthaldni og javnvágina

  • At venja flytføri:

Betra gonguførleika og flytføri annars, tillagingar, sum t.d. hjálpartól

  • At gera metingar av førleikum í mun til tænastur, venjingar og fyriskipanir
  • Vegleiða starvsfólkum og avvarðandi í at vera um borgaran
  • At meta um tørv á hjálpartólum og vegleiðing av nýtslu av hjálpartólum
  • At loysa fyrisitingarligar uppgávur

Førleikar

Útbúgving sum løggildur fysioterapeutur.

Væntanir

Ynskiligt er, at tú hevur viðkomandi starvsroyndir.

Vit vænta at tú ert tænastusinnað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tær dámar væl beinleiðis samband við borgara og avvarandi og vilt virka fyri, at borgarin verður settur í miðdepilin. At tú arbeiðir við støði í møguleikum heldur enn forðingum og at tú hevur hug og evni til at samstarva við ymiskar fakbólkar.

Tú mást trívast í einum ferðmiklum gerandisdegi, dáma fjølbroyttar og skiftandi uppgávur.

Ynskiligt er at tú hevur viðkomandi royndir og kunnleika til almennar myndugleikar og fyrisitingarligar royndir.

Vit vænta at tú dugir at orða teg í skrift og talu. Neyðugt er at hava koyrikort til bil.

Deildin fyri Endurvenjing

Deildin fyri Endurvenjing er deild í Viðskiftadeplinum á Almannaverkinum. Við støði í tvørfakligari hugsan veitir deildin borgarum endurvenjing í eitt avmarkað og frammanundan avtalað tíðarskeið. 3 fysioterapeutar, 3 ergoterapeutar og 1 leiðari starvast í dag á deildini.

Trivnaðardepilin

Trivnaðardepilin veitir tænastur til børn og vaksin við sálarsjúku, menningartarni, fjølbreki og fysiskum breki. Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Deildini Endurvenjing í Viðskiftadeplinum. Annað starvsstaðið er í Tórshavn og hitt í Eysturoy. Talan er um eitt arbeiðsøki undir uppbygging, og tí kunnu broytingar í uppgávunum koma fyri. Tá tænasturnar fevna um alt landið, má roknast við koyring.

Lønar- og setanarviðurskiftini eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, autorisation, CV, viðmælum v.m. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Starv í Viðskiftadeplinum, fysioterapeutur”

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi  22.09.2017 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Guðrið Jacobsen, virkandi deildarleiðara á telefon 360000.