Vit sóknast eftir byggileiðarum at byrja skjótast til ber.
Vit hava fleiri spennandi verkætlanir í gongd í løtuni. Tú kann vænta bæði spennandi og avbjóðandi uppgávur í eini føroyskari byggifyritøku, har lyklaorðini eru dygd, trygd og trivnaður.
Arbeiðsøki
Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um byggileiðslu, herundir:
- Samskipan og leiðsla av arbeiðinum
- Samskifti við veitarar og ráðgevar
- Góðskutrygging av arbeiðinum
- Ger av arbeiðsvegleiðingum
Tín vangamynd
Persónligir førleikar
- Góð samstarvsevni
- Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst
- Nærløgd/nærlagdur
- Arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
Fakligir førleikar
- Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði og/ella byggitøkni. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.
- Góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er einfyrimunur.
- Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
Vit bjóða
- Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
- Tú kemur at arbeiða í einum toymi av verkætlanarleiðarum, teknikarum og formonnum.
- Tú kann vænta at uppliva eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði og fjølbroytni bæði í aldri, kyni og mentan
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra á tlf. 350700 ella 210683.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mai 2019 og skulu sendast til starv@articon.fo.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.