Byggivitan Sp/f søkir eftir álítandi og nærlagdum timburmanni at byrja sum skjótast.
Vit vænta, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka ábyrgd.
Vit arbeiða fyri tað mesta í Havnini, men koma eisini út á bygd, tá uppgávurnar krevja tað.
Okkara uppgávur fyri tað mesta eru umvælingar, tilbyggingar, nýbyggingar og annað vanligt timburarbeiði.
Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Niclasen, á tel. 518636.
Umsóknir við CV skulu sendast til jn@byggivitan.fo
Starvið verður sett skjótast gjørligt.