Opnir spurningar so sum; “kanst tú siga eitt sindur um teg sjálvan?”, kunnu ofta vera ørkymlandi ella eitt sindur avbjóðandi at svara. Orsøkin er, at spurningurin ið verður settur er einfaldur. Hettar er tó ein tann skjótasti mátin HR-fólk kunnu gera sær eina skjóta meting av tær sum kandidati. 

Spurningurin er sera vanligur og viðkomandi frá einum HR sjónarmiði, men samstundis skilja starvsráðgevar ikki altíð, at kandidatar tíðum uppliva hetta, sum eina stóra avbjóðing. 

“Carpe Diem” – gríp møguleikan

Hettar er ein sera góður møguleiki at koma við einum sølu útkasti um seg sjálvan. Heilt stutt kanst tú raðfesta bestu søgur og eginleikar tú eigur. Hvat fyri lívsroyndir og vinnuroyndir gera teg viðkomandi til starvið, og hvat fyri fantastisk menniskja tú ert. So kann tað vera, at tú ikki er besta sølufólk í heiminum, og møguliga ikki orkar fyri at onnur viðhvørt royna at selja tær okkurt. Ger søguna góða, og tryggja at frásøgnin er viðkomandi. Tí hettar er kanska einasti møguleiki tú fært til at gera tað.

Hav í huga, at væl at merkja eru vit øll menniskju, men talan er um eitt gerabýti. Tín tíð fyri eina løn. Og báir partar royna at finna tað besta útliti.

Ymiskir háttir hjá starvsráðgevanum at spyrja

Eg havi títt lívsrensl her frammanfyri meg, men kanst tú siga okkum okkurt um teg sjálvan?

Leið meg gjøgnum títt lívsrensl.

Eg vil fegin hoyra um tína bakgrund.

Greið frá tær sjálvum.

Sig mær okkurt sum ikki er á tínum lívsrensli.

Preið til títt svar

1. Byrja við at siga hvar tú ert nú

Greið frá tínum leikluti beint nú, og set áherðslu á viðkomandi uppgávur, ábyrgdir og góð úrslit.

2. Leið starvsráðgevan aftureftir

Gerð eina samanløgu av royndum, sum hava gjørt teg til reiðar til nýggja leiklutin. Har tað ber til, legg áherðslu á úrslit ið kunnu mátast. 

3. Knýt royndir og áhugamál til starvið

Enda við at greiða frá hvussu tínar royndir geva tær møguleikan at røkja starvið væl, og sum samsvara við tíni yrkismál.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið