Ímynda tær at tú ert ein starvsráðgevi ið hevur úr at gera. Nógvar umsóknir eru at lesa, og um stutta løtu skalt tú á fund. Tú lesur leystliga og skjótt tey innkomnu lívsrenslini, og vónar at síggja onkran ið minnir um júst tann kandidatin, tú leitar eftir. Tað gongur skjótt fyri seg. Tú opnar fílu eftir fílu, blaðar ígjøgnum og skimmar tesktin.  

Rætti kandidaturin skal vera ein dugnaligur samskipari innan kunningartøkni, til eina av teimum mest umráðandi verkættlanunum í longri tíð. Alt meðan tú troyttast, loypir bráðdliga ein yvirskrift í eyguni: Royndur og skipaður verkættlanarleiðari, við tøkniligum tevi.. Hettar lívsrenslið verður beinanvegin markerað sum áhugavert. Og síðan til fundar. 

Fleiri háttir eru at skilja seg út, og tað hevur týdning hvat fyri vinnu ella øki starvið er stíla til. Tó kann altíð sigast, at starvsráðgevin kann ávirkast av einum minnisverdum lívsrensli. 

1. Set teg inn í hvat ynskiligt er 

Aðren tú byrjar at skriva og seta lívsrenslið upp, kanna fyritøkuna. Kanna heimasíðu og set teg inn í teirra sjónarmið. Miða eftir at raka viðrir og mentan í fyritøkuni ella stovninum. Brúka tey somu lykllaorð sum arbeiðsgevarin ger á heimsaíðuni og í starvslýsingini. 

2. Sniðger títt lívsrensl samsvarandi 

Tryggja at viðkomandi starvsroyndir og viðkomandi upplýsingar byggja upp til eina peronslýsing, ið er viðkomandi fyri starvið og fyritøkuna ella stovnin. Viðkomandi royndir skulu helst vera sjónlig við fyrsta eygnakast, og tryggja at títt lívsrensl verður bólka sum áhugavert. Um starvsráðgevin skal seta ein kt-samskipara, er meiri áhugavert at vita um tína samskipandi eginleikar frá verkætlanum ella bólkaarbeiði, heldur enn at tú hevur verið bloggari. 

3. Hav eina viðkomandi yvirlýsing og samandrátt 

Møguliga eru fleiri umsóknir sum starvsráðgevin skal taka avgerð um, og tí gongur sorterings arbeiði ofta skjótt. Navnið skal vera ovast og týðiligt, og ger pláss fyri bústaði, telefon nummari og telduposti, so lætt er at fáa fatur á tær. Yvirlýsingin skal tryggja at titt lívsrensl verður lagt merki til, og skapar nóg gott forvitni, so tú verður tikin við í metingarnar seinri. Fyrstu tríggjar reglurnar, ella so, skulu vekja áhuga beinanvegin. Frystu tveir setningarnir skulu lýsa títt endamál við tíni yrkisleið, og tað sum tú kanst bjóða arbeiðsgevarinum. 

4. Viðlegg umráðandi eginleikar 

Bert viðlegg egnileikar og hegni, ið kunnu vera viðkomandi fyri arbeiðsgevaran. Kanna smálutir í starvslýsingini sum áherðsla er løgd á, hvørjar royndir og útbúgvingar eru mest umráðandi. Tað sigur seg sjálvt, at um tú vilt søkja eitt starv innan revisión og bókhald, eru fíggjarligu- og talkønu útbúgvingarnar og royndirnar ein fyrimunur. 

5. Stuttorða og beinraki 

Tað ber væl til at skriva eina langa grein, og fylla tvær síður við bókstavum. Men tað er ein fyrimunur ikki at troytta starvsráðgevar við óneyðugari kunnan. Uttan so talan er um eitt starv til kandidatat ið júst er komin á starvsmarknaðain, er best at halda lívsrenslið stutt og greitt. Eisini er gott at ansa eftir óneyðugum endurtøkum. 

6. Tryggja sjónnæma uppsetan 

Tað ber til at gera eitt fangandi og samstundis ruddiligt lívsrensl.  

Fonturin skal helst vera lættur at lesa, so sum; Georgia, Times New Roman, Calibri ella Helvetica (ella Arial). Støddin 12 punkt er vanliga best, so starvsráðgevin fær lisið skjótt og væl.  

Uppsetan skal helst vera minimalistisk, og estetiskt dámligt, so innihaldið er í fokus.  

Litaval sæðst ofta best sum svartur tekstur á hvíta bakgrund. Og ein triðji litur sum blikfang, so sum blátt ella grønt. 

Tað er aftur her umráðandi at samhóska sniðið so væl sum gjørligt til starvið og arbeiðsgevaran. Eins og tú ger við innihladið og fyrsta reglubrotið. Um tú eitt nú søkir eitt kreativt starv, so gevur tað meining at gera eitt sindur meira burturúr sniðinum. Hinvegin, um tú søkir eitt juridiskt starv, er kanska ovmikið um sniðið er gjørt av grafiskum sniðgeva. 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið