Ávísar starvslýsingar eru betri vitjaðar enn aðrar, tí tær eru meiri áhugaverdar fyri møguliga umsøkjaran. Farnu árini hava vit fylgt væl við, hvat úrslit ymiskar starvslýsingar hava givið. Vit hava eygleitt úrslit fyri túsndtals av starvslýsingum. Eisini kannað munin á teimum, sum verða marknaðarførdar og hinum, sum hava organiska ferðslu. Tískil hava vit eitt boð á hvat er gott og minni gott.
Tróndur Skaalum | Marknaðarføring og Sniðgevan í 20 ár. Eg havi samskipa umleið 2.000 starvslýsingar, sum kunnu roknast, at vera smá lýsingartiltøk, á talgildum miðlum. Umframt málrættan, analytiskar greiningar og miðvís mál. Vil eg meta, at tað menniskjaliga aspekti gerð munin, tá vit skulu hava fólk at velja eina lýsing framum aðrar.
Yvirskriftin sum dregur, heldur enn spjaðir
Ofta síggja vit starvslýsingar byrja við einari yvirskrift, sum ikki rættuliga sigur frá, hvat starvið nágreiniliga umfatar. Summi skriva tekstir so sum “Spennandi starv…”, “Vit søkja…”, “Vilt tú gerast partur av…” o.s.fr.. Hesar yvirskriftir siga líti ítøkiligt um, hvat starvið er, ella snýr seg um.
Her kundi verið meiri gagnligt at skriva heilt greitt hvat starvið, ella starvsheiti er; T.d: “Sølufólk til vinnukundar innan El -og Tøkni”, “Lærlingur innan maskinsmíð til fiksi- og alivinnu” og “Roknskaparfólk við royndum innan trygging- og fígging”.
Fólk brúka bert heilt fá sekund við hvørja yvirskrift og trola víðari, um teirra áhugi ikki verður vaktur.
At vísa til umsøkjarans persónligan og fakligan áhuga, heldur enn eingin mál, so raka vit á tørvin ynskiligi umsøkjarin hevur frammanundan. Altso, júst tað sum viðkomandi kann spegla sær í. Td.: “Dámar tær væl at finna feilir”, “Ert tú ein samskipari við áhuga fyri humaniterum hjálpararbeiði?”, ella “KT mennari við hugflogið innan sniðgevan”. Eisini hevur tann einstaka forvitnisliga yvirskriftin, innímillum, givið sera góð úrslit.“Vilt tú bestemma tá stjórin er farin heim?”. Hettar var eitt náttarrvaðra starv frá einum gistingarhúsið, sum fekk líka nógv organiskt vitjandi, sum marknaðarførd størv.
Vi kunnu leggja til merkis, at vit her raka meira neyvt, og ikki líka breitt, sum við víttfevnandi yvirskriftum. So um sera fáir umsøkjarar eru til starvið, á starvsmarknaðinum. Fyrimunurin kann tá vera at umsóknirnar vit fáa helst eru sera góðar.
Fanga áhugan frá byrjan í fyrsta reglubrotinum
Tey næstu orðini, sum viðkomandi fær at síggja, vil avgerða um trýst verður á leinkjuna til fullu starvslýsingina. Nú vit hava fingið steðga einum møguligum umsøkjara, í tú øðiligari ferð viðkomandi hevði á farttelefonini. So er umráðandi at ikki lata møguleikan fara framvið. Hvat vilja vit at umsøkjarin skal hugsa og merkja?
Sum oftast er teksturin, tíverri nakað, sum sigur frá hvat arbeiðsgevarin hevur tørv á, ella hvat arbeiðsgevarin leggur dentin á, so sum “Her verður tú partur av einum spennandi…”, “Vit leggja stóran dent á…” og “Ábyrgdarøkið hjá er fjølbroytt” v.m.. Nøkur fá skriva okkurt um arbeiðsplássi og starvsfelagar, sum kann vera til fyrimuns fyri nýggja starvsfólkið.
Set kandidatin í fokus við at venda boðskapinum til teirra. Í fyrstu atløgu bíða við at greiða frá hvat tørv vit sum arbeiðsgevari hava.
Vend lýsingini ímóti umsøkjaranum og lat egnan tørv koma aftaná. Sjálvandi skulu vit vera greið um neyðugar førleikar og møgulig krøv, vit ynskja at seta. Men tað kann gott bíða í fyrstu syfti. Heldur enn at útihýsa teimum, sum av mistaki, skuldi dottið inn á starvslýsingina. So trúgv á, at við rættum bygnaði, kunnu vit draga rætta profilin til okkara.
Høðvus innihaldi er oftast arbeiðsuppgávur og krøv til ynskiliga umsøkjaran. Við øðrum orðum; hvat umsøkjarin skal vera, kunna og duga. Hettar er enn einaferð meira ein filtur funka, har man enn einaferð útihýsir so nógvum sum gjørligt. Heldur enn ein innbjóðing til skikkaðar umsøkjarar.
…og nú, eri eg kanska við at missa teg av tráðnum? Men halt tankanum bert eina løtu. Hettar er nakað sum kann gera stóran mun, serliga í tá arbeiðsloysi er sera lágt.
Hvat gevur starvið arbeiðstakaranum?
Umframt at fáa løn, so vit øll klára gerandisdagin, og hava eitt sindur eftir til hugna. So eru onnur meiri týðandi ynskir at vera varðug við. Um vit hyggja eftir kanningum frá leiðandi stovnum, so kunnu vit stutt greina grundleggjandi tørvin, hjá arbeiðstakaranum.
Meining og endamál: Vit ynskja flestu øll at okkara íkast gerð mun á okkara arbeiðsplássi. Tað helst leiða fram ímóti onkrum størri, ella langtaðar endamálið. Uttan nakra viðurkenning vil arbeiði gerast tungt at bera.
Menning og møguleikar: At gerast betri, ella meiri dugnalig, samstundis sum, at vit kunnu koma longur í yrkisleiðini. Tað eggjar okkum at gera størri íløgu í arbeiðsgevaran.
Mentan og leiðsla: Samskifti og greið mál, og ynskir frá leiðsluni er avgerandi fyri trivnað. Eisini viðmerkingar ella afturvendandi samskifti um avgreitt arbeiði hevur týdning. Ein upplittandi felagsmentan er eisini ein eyka motivator, sum fær fólk at lyfta í felag.
Tryggleiki og tíð til sín sjálvi: Løn í rættari nøgd til rættu tíð, og tíð til at vera heima og fyri seg sjálvan í gerandisdegnum. Tað er avmarka hvussu leingi fólk orka at arbeiða hart og ikki røkja egið lív.
Javnvág og álit: Alt eftir førleika ber til at geva starvsfólkum ábyrgd og sjálvræði. Ovurstýring og íblandan, sum er óneyðug, ørkymlar og órógvar. Kenna fólk seg lídd á, tá geva tey seg meira. Eisini er mismunur millum starvsfólk, har summi vera lønt fyri annað, enn tað arbeiði tey gera, trupult fyri flestu fólk at góðtaka.
Um vit veruliga hava hettar í huga, tá skuldi veri lættari at vent starvslýsingini til starvstakaran, heldur enn ein sjálvan, sum arbeiðsgevara.
Tá endin er góður…
Umframt at geva tí neyðugu fakligu og praktisku kunningina, tá ber til at brúka endan til nakað gott. Tað gevur altíð góða meining at bjóða møguligum umsøkjarum at lesa meira um arbeiðsplássi; allar niðast er vanligt og skynsamt. Hóast vit eisini kunnu hava nógv íkast leypandi inni í tekstinum.
Tað kann gera stóran mun at geva tað líta seinasta skumpi, fyri at fáa fólk at senda umsóknina beinanvegin. Tann skikkaði umsøkjarin kann væl umhugsa fleiri størv, og vit eru altíð í kapping við onnur. Eisini um vit eru von at fáa fleiri umsóknir til størvini, vegna okkara employer brand, er tað umráðandi at fáa tey røttu at søkja.
Knytt saman við ein áheitan til handling (CTA)
Alt eftir hvat høvuðsboðskapurin, og reyði tráðurin er í starvslýsingini. So ber til at hava eina eggjandi áheitan. Men tað skal hanga saman við verandi strukturi, uppdeiling og hvar møguligi umsøkjarin nú finnur seg í tekstinum.
CTA uppskot:
- Um vit hava lagt upp til at vit eru ein fyritøka í menning og vøkstri, so hva vit ferð á; “Vit seta fólk leypandi, so skunda tær og send okkum tína umsókn!”
- Eru vit ein stovnur sum arbeiðir við tyngri vísindaligum verkætlanum, tá kann tað geva meining at skriva nøkulunda; “Ynskir tú at hjálpa okkum at gera ein mun á økinum, tá vija vit fegin síggja tína umsókn”
- Seta vit ung fólk, og hava ikki stórvegis krøv til førleikar; “Hvat bíðar tú eftir, byrja yrkisleiðina her!”
Heldur leggja áherðslu í virðir, ávirkan og eginleikar
Kandidatpuljan, harvið; mongdin av samlaðu møguligum umsøkjarum, er ørvísi hátta, enn fyri 10 árum síðani.
Starvsportalurin hevur lýst størv fyri stovnar, fyritøkur og einstaklingavirkið í 10 ár. Vit kunnu eisini sanna at dagsins umsøkjari hevur styttri umráðingartíð, størri skund og minni áhuga at seta seg nágreiniliga inn í størvini og arbeiðsgevaran sum lýsir starvið leyst.
Umsøkjarar vlija fegin at teirra egnu virðir eru sambærlig við tey virðir, sum arbeiðsgevarar lýsa og vísa í verki. Eisini síggja vit eitt størri ynski um, at persónligu eginleikar og førleikar (talentir) verða raðfest hægri enn klassisk útbúgving. Hettar síðsta gevur meining, tá vit hyggja eftir hvussu skjótt tøknin og teknikkur hevur ment seg í farnu árunum.
Kandidaturin í dag eru meiri virðisdrivin, smidlig og ynskja eina størri ‘meining’ við arbeiðslívinum, heldur enn bert ein lønarseðil.