Lýsing
Droymir tú um at arbeiða í flogvinnuni og vera millum okkum, sum stýra dagligu flogferðsluni? Vit leita eftir einum dugnaligum og eldhugaðum Flight Operation Assistant til at samskipa og leggja til rættis flogferðsluna og eisini arbeiðstíðina hjá okkara flogfólkum.
Sum Flight Operation Assistant verður tú partur av Operations deildini (OPS) hjá Atlantic Airways. Deildin telur sjey eldsálir, sum veruliga brenna fyri flogvinnu og -ferðslu. Tú verður partur av professionellum og jaligum toymi, sum samskipar, optimerar og hevur eftirlit við allari flogferðslu og sum altíð tryggjar, at flogferðslan gongur so smidliga sum gjørligt. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Tað verður tín uppgáva at:
- Taka tær av dagligu samskipanini av flogferðslu
- Samskipa og samskifta í sambandi við broytingar í flogferðsluni
- Leggja til rættis arbeiðstíðina hjá okkara flogfólkum
- Samskifta við veitarar og onnur flogfeløg (B2B)
- Optimera raksturin av manningarviðurskiftum
Tú arbeiðir tætt saman við hinum í toyminum og syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga upplæring. Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur áhuga í flogvinnu og viðkomandi royndir innan skrivstovuyrkið
- gongur høgt upp í at halda reglur og trygdarviðtøkur á økinum
- hevur góð greiningarevni og KT førleikar
- hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, donskum og enskum
- varðveitir yvirlit undir trýsti
- torir at taka avgerðir
- ert fleksibul og tolir væl broytingar
- arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum
Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrenlsi (cv).
Arbeiðstíð – og -staður
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovu okkara á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum. Vaktir eru alt samdøgrið; eisini í vikuskiftum og um høgtíðirnar. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja, trýst á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er tann 11. november 2022
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Ragnar Joensen, OPS leiðara, tel. 213 738, t-postur ragnarj@atlantic.fo, ella við Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur elin@atlantic.fo
Leinkja til umsókn:
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=2496&ProjectId=143580&DepartmentId=18956&MediaId=4633&SkipAdvertisement=true