BREYÐVIRKIÐ
Útgivið
2. februar 2023
Útgongur
12. februar 2023
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Breyðvirkið er eitt ungt og lítið bakarí, og vit leita nú eftir einum bakara til at vera partur av okkara toymi.

Vit baka breyð og bollar úr súrdeiggi, og tað er okkara vørumerki. Avtrat tí gera vit eisini ymiskt søtt, sum eisini er ein umráandi partur av okkara úrvali.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss í menning og við rúmd fyri kreativiteti. Arbeiðstíðirnar eru skipaðar, men skiftandi, tó annaðhvørt vikuskifti.

Tú verður partur av einum arbeiðsumhvørvi sum leggur stóran dent á umhvørvið, vistfrøði, góðsku og nærlagni. Vit arbeiða kreativt og leggja stóran dent á ærligheit og opinleika.

Vit vænta av tær:

  • at tú hevur viðkomandi royndir við matgerð og/ella baking
  • at tú leggur dent á góðsku og góða rávøru
  • at tú dugur at skipa títt arbeiði og reinføri á avmarkaðum plássi.
  • at tú hevur gott og positivt lyndi
  • at tú elskar gott breyð

Setanin er frá 1. Mars. Umsóknafreistin er 12. Februar.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, skriva so nøkur orð um teg sjálvan til okkum á breydvirkid@gmail.com

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið