Angus Steakhouse
Útgivið
12. april 2023
Útgongur
25. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Til matstovuna í Havn leita vit eftir tænarum bæði til fulla tíð og til parttíð nøkur kvøld um vikuna.

Sum tænari fært tú ábyrgdina av at taka ímóti gestum, at taka ímóti bíleggingum, at borðreiða mat og drykkjuvørur og at halda matstovuna reina og ruddiliga – alt við einum smíli 🙂

Vit leita eftir tær, ið hevur lætt við at samskifta við gestir og starvsfelagar, ið er fyrikomandi og smílandi av lyndi, ið dugur at arbeiða skipa, og at hava yvirlit.

Um tú kundi hugsa tær at verið partur av tænaratoyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2235.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.

Arbeiðstíðin er skiftandi, hevur tú ynskir hesum viðvíkjandi, eru vit til at tosa við.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið