Lýsing
Føroya Keypssamtøka søkir eftir fólki til skrivstovu okkara í Hoyvík.
Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi, og fevnir m.a. um tær umsitingarligu og fíggjarligu uppgávurnar.
Tú fert at samstarva við starvsfelagum á skrivstovuni og í handlinum hjá Føroya Keypssamtøku.
Um teg
Vit vænta, at tú arbeiðir skipað, ert røkin, álítandi og trívist væl við nógvum og fjølbroyttum uppgávum.
Tú skalt hava góðan kunnleika til KT, og duga at arbeiða við:
- Bókingum, debit og kredit
- Lønarskipanini í forritinum NemaLøn
- E-tolli
- Office
Royndir frá líknandi starvi er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag, ella eftir avtalu.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til
Astu Nielsen tlf. 660002, ella á teldupost an@fk.fo.
Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi innan 30. juni 2023. Umsóknin skal sendast við telduposti til an@fk.fo
Vit viðgera umsóknirnar, so hvørt tær koma inn.
Føroya Keypssamtøka
Brekkutún 9
FO-188 Hoyvik