Útgivið
12. maj 2021
Útgongur
25. maj 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til VATNDEILDINA - ENDURLÝSING

Vilt tú gerast partur av einum framsøknum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi? Dámar tær nýggjar avbjóðingar? Og hevur tú evnini til bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Á vatndeildini hjá Klaksvíkar kommunu eru tvey størv leys at søkja, sum annahvørt vatnmeistari og/ella maskinmaður/kvinna, arbeiðsmaður/kvinna. Vatndeildin húsast á Stoksoyavegnum í Klaksvík

Vit ynskja at
Tú sum vatnmeistari hevur maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðka maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt viðkomandi starvsroyndir.
Tú sum maskinmaður/kvinna ella arbeiðsmaður/kvinna hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, ert arbeiðari, hevur handverkara útbúgving, smiðjur, maskinist ella maskinmeistaraútbúgving,
Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

Uppgávur
Størvini umfata viðlíkahald av øllum vatnverkunum í Klaksvíkar kommunu, umframt arbeið við sjóhitaskipanini og gøtuljósum. Talan er bæði um dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð. 

Í stuttum innibera størvini á vatndeildini
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• ávirkan á egið arbeiði
• fakliga menning
• viðkomandi skeið

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett 1. juni ella skjótast møguligt.
Talan er um tvey fulltíðarstørv. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag.
Dømi um lønarflokking: Vatnmeistari lønarflokkur 12, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið. Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu/mannafelag. Handverkari fastlønarsáttmáli millum KAF og Føroya Handverkarafelag.
Makskinist flokkur 8, maskinmeistari uttan el-tekniskar førleikar flokkur 10, og maskinmeistarar víðka prógv flokkur 12, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.Harafturat verður vaktargjald latið. 

Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ásmundur úr Hvalvík, leiðara á vatndeildini á tel. 221734 ella tpost. asmundurh@klaksvik.fo

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2021
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her ”Søk starvið her”.

UM KLAKSVÍKAR KOMMUNU
Klaksvíkar kommuna fevnir umframt Klaksvík eisini um bygdirnar Ánir, Norðoyri, Árnafjørð, Svínoy og bygdunum í Kalsoy. Sum starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu gerst tú partur av einum fjølbroyttum og framsøknum arbeiðsumhvørvi.

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið