Útgivið
14. maj 2021
Útgongur
7. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Projekteringsleiðari til tænastutoymið hjá Articon

Vit sóknast eftir einum projekteringsleiðara til tænasutoymið. Sum projekteringsleiðari verður tú við til at menna og skipa arbeiðið í tænastutoyminum.Tú kemur at arbeiða við menning av innanhýsis verkætlanum og standa fyri projekteringsleiðslu av heildarverkætlanum hjá uttanhýsis byggiharrum. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ein avgerandi leiklut í at virðisøkja tilgongdina og úrslitini hjá bæði byggiharra og felagi. Tí fær tú góðar møguleikar at mynda okkara framtíð.

Arbeiðsøki
Starvið í tænastutoyminum fevnir í høvuðsheitum um at:

  • Standa fyri projekteringsleiðsluni av innanhýsis og uttanhýsis verkætlanum.
  • Samskifta við kundar og myndugleikar.
  • Menna og samskipa arbeiðið í tænastutoyminum saman við leiðaranum.

Tín vangamynd
Persónligir og sosialir førleikar – tú:

  • Hevur góð samstarvsevni.
  • Dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst.
  • Arbeiða sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.
  • Trívist við fleiri uppgávum samstundis.

Fakligir førleikar:

  • Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði ella líknandi. Tað er eitt ynski, at tú hevur royndir innan nevndu yrkir.
  • Tað er ein treyt, at tú hevur góðan kunnleika til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad og Revit
  • Harumframt vænta vit, at tú dugir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum.
  • Tú hevur góðar byggitekniskar førleikar.

Vit bjóða

  • Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
  • Tú kemur at arbeiða í einum toymi við verkfrøðingum, byggifrøðingum og øðrum dugnaligum fakfólki.
  • Tú fær eitt spennandi arbeiðspláss á høgum fakligum støði við góðum trivnaði.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jógvan G. Müller leiðari fyri tænastutoymið, á tlf. 286141.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2021. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið