Útgivið
3. juni 2021
Útgongur
17. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Ung í grønum arbeiði

Ung í Arbeiði hevur 20 leys størv at søkja, sum í høvuðsheitum fevna um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir,
havna- og kaj økið v.m. 
Hvør kann søkja og hvussu er arbeiðið skipað?
Øll ung millum 15-16 ár eru vælkomin at søkja. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá miðjan juni og til og við 20. august. Felags fyri allar uppgávurnar er, at ein skal hava hug at arbeiða úti, ikki smæðast við at royna okkurt nýtt og trívast í fjølbroyttum uppgávum. Arbeiðsuppgávurnar eru innan hesi øki: býarfríðkan & vegadeildin, á havna- og vinnuøkinum og á kirkjugarðinum.
Uppgávur hjá býarfríðkan og vegadeildini
  • Fríðka um grønu økini í býnum
  • Klippa trø og runnar
  • Annað fyri fallandi viðlíkahald
Uppgávur á kirkjugarðinum
  • Sláa gras
  • Mála garðar
  • Annað fyrifallandi arbeiði
Uppgávur á havna- og vinnuøkinum
  • Reinsa ókrút og vøkstur á Stongunum, við bátabrúgvarnar og á vestaru kaj
  • Rudda í og kring Klaksvíkar Hermetikk
  • Seta upp borð og ruskíløt
Nær og hvar skal umsóknin sendast?
Freistin at søkja starvið er mánadagin 17. juni. Tey sum søkja, eru vælkomin at viðmerkja, hvat starv tey ynskja, ið mun til tær uppgávur sum eru. Tó er eingin trygd fyri, at vit kunnu ganga øllum ynskjum á møti.  Søkt verður við at trýsta “her”.
Hvussu verður arbeiðið lønt?
Lønin verður sett eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu / Arbeiðsmannafelag.
Meira um starvið:
Starvið krevur, at ein vísir fyrilit, ábyrgd og hevur hug at seta spurningar til uppgávurnar, sum ein er sett/ur til. Øll ung í aldrinum 15-16 ár, og sum hava mót og hug til kropsligt arbeiðið, eru hjartaliga vælkomin at søkja.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið